Innanlands

Varðin Pelagic: Málið er at byrja hálvan august

Arbeiðið at byggja Varðan Pelagic gongur við fullari ferð

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2018-07-24 18:33 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan verður um eitt heilt annað virkið nú enn tað, sum brendi í fjør.

 - Longdin á bygninginum er tann sama, men hesin bygningurin er munandi breiðari. Nú verður eisini talan um ein bygning, og ikki 16 bygningar, sum eru bygdir tærtt saman, sum gamla virkið, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic.

Flestu uppsjóvarskipini liggja í løtuni, flestu skipini eru á beding og gera ymiskt viðlíkahald, áðrenn makreltíðin fer at byrja um góðar tvær vikur. Okkurt uppsjóvarskip er tó til fiskiskap.

- Málið er at virkið opnar um hálvan august tá ið makreltíðin byrjar, og tað vóna vit heldur, sigur Bogi Jacobsen.

Nýggja virkið fer at kunna at taka ímóti umleið 1200 tonsum av uppsjóvarfiski um samdøgri. Ætlanin er, at tað skal ganga munandi skjótari enn áður hjá skipunum at landa, so tey skjótari sleppa til fiskiskap aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder