Innanlands

Veiðan eftir gulllaksi kann hækka komandi ár

Hinvegin mælir ICES til at føroyingar gevast við at fiska longu

2024-06-19 17:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, kunngjørdi 7. juni nýggjastu ráðgevingina fyri veiðuna í 2025 fyri ymiskar fiskastovnar á djúpum vatni.

Flestu av hesum fiskastovnunum eru at finna í fleiri havøkjum, og eru tí roknaðir sum sokallaðir felagsstovnar.

ICES mælir til, at veiðan av gulllaksi í 2025 kann vera í mesta lagi 18.966 tons í ICES øki 27.5b6a, sum er í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland. Hetta er ein øking á 7 prosent í mun til tilmælið fyri í ár.

Hóast fiskiskapurin eftir flestu fiskasløgum undir Føroyum verður stýrdur við eini fiskidagaskipan, verður gulllaksafiskiskapurin stýrdur við kvotaskipan. Ongin millumlanda avtala er um kvotabýtið av gulllaksi í økinum í føroyskum sjógvi og vestan fyri Skotland.

Føroyar áseta sær vanliga tveir triðingar av tilmældu veiðuni.

Fyri aðrar felagsstovnar mælir ICES til, at veiðan fyri brosmu lækkar 11 prosent í mun til tilmælið fyri 2024 og fyri blálongu hækkar tilmælið 2 prosent. Tilmælið fyri svartkalva lækkar 9 prosent, meðan tilmælið fyri stóra kongafisk hækkar 14 prosent.

ICES mælir frá at fiska longu

ICES mælir til, at longa, sum er ein serføroyskur stovnur, als ikki verður fiskað undir Føroyum í 2025.

Tilgongdin seinastu árini hevur verið óvanliga lítil, og gýtingarstovnurin er tí farin undir niðasta vandamark (Blim), sum er 9.340 tons.

Veiðustýstið er framvegis høgt. Hetta er tí ein álvarsom støða fyri longuna undir Føroyum, skrivar Havstovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder