2023-07-30 12:57
Arbeiðið at smíða nýggja uppsjóvarskipið Finnur Fríði gongur rætta vegin, og í vikuni kom búgvin upp.
Skrokkurin varð herfyri sjósettur, og nú brúgvin er sett á, fer skjótt at verða klárt at sleipa 88 metrar langa skipið til Danmarkar.
Tað er á Karstensens skipasmiðjuni í Póllandi at skrokkurin er smíðaður, og í næstum verður hann sleipaður til skipasmiðjuna í Skagen, har skipið verður gjørt liðugt. Væntandi verður skrokkurin í Skagen um miðjan august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald