Innanlands

Video: Súla hevði fingið eplasekk um nevið

Á línuskipinum Ågot bjargaðu teir í dag einari súlu. Síggj hendingina her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-20 22:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

At ov nógv plastikk er á havinum eru nógv tekin um. Eitt greitt tekin fingu teir á línuskipinu Ågot í dag, tá ein súla setti seg á dekkið við einum eplasekki um nevið.

- Súlan hevur flogið um skipið í allan dag, og nú í skýmingini setti hon seg á bakkan - fremst á skipinum, sigur Hjaltur Poulsen, skipari á Ågot, sum er á Íslandsrygginum í løtuni.

Tá súlan setti seg, fór Hjaltur fram á bakkan og fekk eplasekkin av nevinum og harvið bjargaði henni.

- Hetta er fyrstu ferð, eg havi sæð súlu lent á bakkanum í øll 38 árini eg havi siglt, so hon visti hvat hon gjørdi, sigur Hjaltur Poulsen og leggur afturat.

- Nú vænti eg, at handan súlan livur meg av.

Síggj hendingina omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder