Í heyst gjørdi matvørudeildin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni eitt átak fyri at kanna reinhaldsstøðið á útflutningsvirkjum.
Niðurstøðan er, at reinhaldið sum heild er í lagi á fiskavirkjum, men manglar eru í skrásetingum og mannagongdum í innaneftirlitinum á virkjunum.
Eftirlitsátakið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fór fram í tíðarskeiðinum september – november. Tá varð vitjað á 26 av teimum 30 fiskavirkjunum í Føroyum.
Vitjað var á 19 av 21 flakavirkjum, fýra av fýra pelagiskum virkjum, og trimum av fýra laksavirkjum.
Sambært Heilsufrøðiligu starvsstovuni var reinhaldið í framleiðsluni sum heild í lagi á hesum virkjum.
Á 85 prosent av virkjunum varð staðfest, at viðurskiftini vóru í lagi, á 12 prosent av virkjunum vóru manglar staðfestir, og á fýra prosent av virkjunum vóru so mikið nógvir manglar staðfestir, at reinhaldið ikki varð mett at vera nøktandi.
12 virki fingu onga viðmerking frá Heilsufrøðiligu starvstovuni, sum merkir, at øll viðurskifti vóru í lagi.
Øll frágreiðingin hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald