Innanlands

Vilja royna eftir hýsu uttan at ávirka toskin

Deildarleiðari á Havstovuni greiðir frá, at hóast royndir á Føroyabanka vísa at nógv er av hýsu, er framvegis heilt lítið av toski

Í lastini hjá Sandshavinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Í lastini hjá Sandshavinum (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-05 19:16 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Hon vísir í stuttum tað, sum yvirlitstrolingarnar hjá Magnusi hava víst. Har er øgiliga nógv av hýsu og lítið av toski, sigur Petur Steingrund, sum er deildarleiðari á Havstovuni. 

Í gjár skrivaði Jn.fo, at Sandshavið hevði fingið 134.000 pund í fýra setum á Føroya Banka. Sandshavið hevur verið á vísindaligari rannsóknarferð fyri Havstovuna á Føroya Banka. Royndir vórðu eisini gjørdar við línu um summarið í fjør, sum vístu at nógv var av hýsu og nógv av longu og skøtu. 

- Endamálið er at kanna, um tað ber til at fiska hýsu uttan at fáa tosk, sigur Petur Steingrund. Hann sigur, at tað ikki ávirkar toskastovnin, at royndir verða gjørdir eftir hýsu.  

- Hendan vísindaliga royndin er avmarkað til nakrar fáar túrar í mars mánaða og í august mánaða, sigur Petur Steingrund. Sandshavið hevur fingið 21 dagar at gera kanningar við í mars mánaða og tað sama í august mánaða.

Petur Steingrund greiðir frá, at fyri at vita um til ber til at fiska hýsu uttan at fáa tosk, hevur verði roynt við ymiskum greiðum. 

- Við hesi royndini hava vit roynt við flotlínu. Tað verður gjørt fyri at royna um til ber at fiska hýsu uttan at fáa tosk, greiðir Petur Steingrund frá. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder