Innanlands

Virksemið á fjørðinum vaksandi

Á Tvøroyri fegnast tey um, at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2018-09-06 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kjalarvørðinum av at Varðin Pelagic er farið í gongd aftur, er skipaferðslan farin at økjast á fjørðinum. Tað sigur Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni í dag.

Fyrradagin legði Jupiter at Tvørákei við 400 tonsum av makreli og í dag kom so Tróndur í Gøtu við øðrum 300 tonsum av makreli. Tróndur í Gøtu liggur undir liðini av Høgakletti, ið virkar sum “hotellskip” fyri starvsfólk, ið eru í ferð við at gera virkið hjá Varðanum Pelagic liðugt. 

- Beint aftanfyri sæst Suðringur liggja. Suðringur hevur ført manga veiðuna til lands her á staðnum, síðan hann varð bygdur í 1977. Støddarmunurin á skipunum er øgiligur, í mun til nútímans nótaskipini, men týdningurin fyri staðið er ikki minni, skrivar Tvøroyrar kommuna.

- Komandi mánaðirnir fara ivaleyst at bera enn størri skipaferðslu við sær og er hetta gleðiligt fyri býin og oynna sum heild, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder