Innanlands

Ymisk fiskasløg merkt í ár

Á markingartúrinum vórðu m.o. 1137 toskar og 7 kalvar merktir, umframt onnur fiskasløg

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-10-23 17:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á árliga merkingartúrinum hjá Magnusi Heinasyni vórðu 1137 toskar og 7 kalvar merktir. Harumframt vórðu ymisk onnur fiskasløg eisini merkt.

Fyrsta høvuðsendamálið er at merkja tosk, og hevur hetta verið gjørt í nógv ár. Endamálið við merkingini er at kanna ferðamynstur og vøkstur hjá toski á føroyska landgrunninum. Á túrinum verða fiskarnir vigaðir og longdarmátaðir, eins og tíð og positión verður niðurskrivað fyri hvar og nær, teir eru sleptir aftur.

Merkini, sum verða nýtt, eru floymerki, eisini nevnd spaghetti-merki. Merkingarøkini eru býtt út á Landgrunnin. Tað eru tey somu hvørt ár, og eru í høvuðsheitum hesi: Á Mýlingsgrunninum, Vesturi á Bønum, vestan fyri Skúvoynna og eystanfyri. Undir einum kunnu tey trý fyrst nevndu økini kallast vestanfyri.

Tilsamans 69.859 toskar eru merktir undir Føroyum síðan 1903, og Havstovan hevur staðið fyri merkingini seinastu 22 árini, síðan 1997.

Av hesum fiskum eru 19.214 afturfingnir. Hetta svarar til umleið ein triðing av merktu fiskunum. Í mun til onnur lond, sum eisini merkja fisk, er hetta lutfallið væl hægri í Føroyum. Eitt lutakast er hvørt ár ímillum teir merktu toskarnar, sum fólk eru so beinasom at lata Havstovuni. Vinningurin er 12.500 kr. Teir allarflestu merktu toskarnir eru afturfingnir umleið á sama staði, har ið teir vórðu merktir. 33 merktir toskar eru fingnir aftur uttan fyri føroyska landgrunnin.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Havstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder