Í vikuni bórust tíðindini um, at Vónin Aquaculture, Mørenot Aquaculture og Fiizk Protection samlaðar í eitt felag, sum fær navnið Eldi, og tað er hendan samanleggingin, sum er orsøkin til, at Vónin fær nýggjan stjóra næsta ár.
Tað segði Hjalmar Petersen, fráfarandi stjóri í Vónini í sendingini Vikan hjá Kringvarpinum í morgun.
- Eg fari ikki frá, tí eg eri vorðin 69 ára gamal (...) men eg eri ikki nøgdur við mátan, sum eigararnir skipa felagið frameftir, segði hann m.a.
- Eg góðtaki tað ikki, fyri at siga tað beint sum tað er.
Vónin heldur fram sum hon er í dag í Føroyum, men tann parturin av virkseminum hjá Vónini, sum arbeiðir beinleiðis við alivinnuni - sum sambært stjóranum er um 40 prosent - fer nú undir Eldi.
Les eisini: Signar Poulsen stjóri á nýggju fyritøkuni Eldi Føroyar
Vónin boðaði frá stjóraskiftinum síðst í november. Boðað varð frá, at núverandi fíggjarstjórin, Daniel Hákunsson Dam yvirtekur stjórastarvið 1. mars næsta ár.
Les eisini: Daniel Hákunsson Dam verður nýggjur stjóri á Vónini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald