Hóast tað einans vóru røddir, sum talaðu ímóti ætlani ella vóru kritisk mótvegis ætlanini, so fekk ein varhugan av, at tað kortini vóru tey flestu av teimum umleið 500 fólkunum, sum vóru í Salti í kvøld, sum stuðla ætlanini.
Tað var Tvøroyrar kommuna, sum bjóðaði inn til óvanliga væl vitjaða borgarafundin, har umboð fyri Varðan Pelagic.
Varðin Pelagic hevði fyrireikað seg væl. Fingið arkitektafyritøku til at tekna innbjóðandi tekningar – visualiseringar – av hvussu víðkaða virkið kemur at taka seg út í landslagnum. Harumframt vóru serfrøðingar kallaðir heim fyri at sannføra áhoyrararnar um, at lukttrupulleikar ikki er nakað, sum tey skulu stúra fyri.
Fáa meira burtur úr svartkjaftinum
Og kanska eydnaðist tað eisini fyritøkuni at sannføra nógv um, at útbyggingin kanska ikki er so ógvuslig, sum óttast var fyri frammanundan.
Fyri fyrstu ferð fingu tvøráfólk og onnur høvi at síggja og hoyra júst hvat útbyggingarætlanirnar hjá Varðanum Pelagic snúgva seg um.
Tað snýr seg um at víðka um virksemið á verksmiðjuni, so at tað eisini ber til at framleiða lýsi og protein. Her er talan um at fáa meira burtur úr – serliga – svartkjaftinum, sum ikki verður fult gagnnýttur í løtuni til stórt sæð annað enn alifóður.
Varðin Pelagic hevði eina surimifabrik standandi á goymslu, tá eldur kom í virkisbygningin í juni 2017. Men surimiútgerðin brendi ikki, tí hon varð goymt í øðrum bygningi.
(Tilgjørd mynd: Varðin Pelagic)
Tað mesta passar í verandi bygning
Eftir at nýggi bygningurin varð liðugur, er surimiframleiðslan ongantíð komin í gongd, hóast pláss er sett av til tess í verandi bygningi.
Ein avbjóðing er, at tá svartkjaftur verður framleiddur til surimi, er tað bert 30 prosent av ráðvøruni, sum verða brúka. Fráskurðurin er heili 70 prosent av rávøruni, sum skal aðrastaðni at viðgerast, og her er tað, at umrødda protein- og lýsiframleiðslan kemur væl við til tess at gagnnýta rávøruna fult út.
Tað er eisini pláss til hesa framleiðslu í verandi bygningi. Tó krevst ein lítil leinging av verandi bygningi við nøkrum fáum metrum, sum liggja innan fyri núverandi útfylling og harvið núverandi byggisamtykt.
Men so verður neyðugt at sleppa av við hesa framleiðsluna, og tí er neyðugt við einum goymslubygningi, sum ætlanin er at staðseta á einari umleið 140 metra langari útfylling eystureftir – út eftir fjørðinum.
Talan verður um ein munandi lægri bygning á 40 ferðir 60 metrar, sum kemur at standa fyri seg. Harafturat verður neyðugt at seta upp fýra goymslutangar – silo’ir – 20 metrar høgar, ið venda út móti sjónum, og so ein 60 metrar høgan skorstein at sleppa av við reinsaðu inniluftina.
- Góðvøra luktar ikki
Hesin skorsteinur kemur ætlandi at liggja innanfyri nýggja bygningin ímillum núverandi neystið hjá Froðbiar sóknar Róðrarfelag og nøkur neyst hjá kommununi, sum róðrarfelagið eisini brúkar. Har umrøddu neystini eru, skal vera ein Sev-støð, og har í FSR-neystinum skal gerast ein orkumiðstøð – møguleikin fyri at gagnnýta sjóhita verður kannaður, kom fram á fundinum.
Tað var Ólavur Bjarkhamar, sum legði fram ætlanirnar, og hann legði dent á, at Varðin ger sær ómak við at hugsa um umhvørvið í síni bygging og kundi tí eisini geva vissu fyri, at virksemi ikki fór at órógva við larmi, dusti ella lukti.
- Minnist til, at hetta verður ikki eitt fóðurvirki. Varðin Pelagic er eitt matvøruvirki,, har reinføri og góðska eru í hásæti, segði hann og legði afturat.
- Góð rávøra gevur ikki ringan lukt.
Tað vóru eisini kritiskar røddir mótvegis ætlanini. Meira um hetta seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald