Norðborg var á svartkjaftaveiðu eystanfyri tá ið teir fingu maskinskaða í gjár.
- Vit vóru á svaftkjaftaveiðu á Fugloyartunguni, sum teir kalla tað, tá ið vit fingu maskinskaða, sigur Hans Klakstein, skipari.
Norðborg sendi boð eftir Brimli, sum hevur sleipað Norðborg á Fuglafjørð, har teir skulu landa lýsi, áðrenn Brimil aftur skal sleipa Norðborg á Ánirnar, har teir skulu landa restina.
- Beint nú fái eg einki sagt um hvussu alvorligt hetta er, men hetta er alvorligt. Eitt stempul hevur sett seg fast, og tað kemur ein maður úr Norra í morgin, og so vita vit meira, sigur Hans Klakstein, skipari.
Í fjør fór girið á Trónda í Gøtu, og hevur tað arbeiðið tikið meira enn eitt ár at gera aftur.
Tí er tað ikki óhugsandi at tað tekur líka leingi at gera Norðborg aftur, men hetta eru bara gitingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald