Innanlands

Eldur í nýggjum skipi hjá Smyril Line: Sløktur eftir lítlari løtu

Skipanes er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Skipanes var annars á veg til Føroya.

2026-09-02 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinnapartin í dag 2. september, var ein hending umborð á nýggja farmaskipinum Skipanes hjá Smyril Line. Ein eldur kyknaði í maskinrúminum men hann bleiv sløktur eftir lítlari løtu.

Hetta skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi í kvøld

Mannigin, ið telur 23 mans, hevur tað gott og eingin er komin til skaða. 

Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur.

Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði um hendingina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder