2026-10-16 18:46
Trolbáturin Fríðborg, sum hevur ligið seinastu tíðina er seldur til Thor Fisheries.
Tað skrivar Skipaskrásetingin á heimasíðu síni.
Fríðborg er seld uttan fiski- og veiðuloyvi, og keypsprísurin er ikki upplýstur.
Fríðborg er bygdt í Íslandi í 2002, og hevur ikki verið í vinnu seinastu árini.
Fyri eini tíð síðani keypti sama felag systurskipið hjá Fríðborg - Dýrindal, sum skuldi byggjast um til rækjutrolara í Spania, og síðani skal Dýrindal til Afrika at fiska rækjur.
Osmund Justinussen hevur seinastu tíðina átt trolbátin Fríðborg, og tað var eisini hann, sum lat bátin byggja í 2002 saman við synunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald