Innanlands

Dýrindal til Afrika at fiska rækjur

Trolbáturin Dýrindal er seldur til Afrika

Dýrindal setti kós móti Spania í gjárkvøldið (Mynd: Hans Andrias Kelduberg)

Dýrindal setti kós móti Spania í gjárkvøldið (Mynd: Hans Andrias Kelduberg)

2025-05-29 07:06 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Trolbáturin Dýrindal, sum kom í føroyska flotan í 2002, er seldur til Afrika, har hann skal fiska rækjur.

- Vit keyptu fyri tíð síðani trolbátin úr Klaksvík uttan loyvir, og vit hava selt bátin til eitt felag í Afrika, sum vit eru partur av eisini, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.

Trolbáturin skal tó fyrst til Spania, har báturin skal umbyggjast og seta frystarí og skiljara í áðrenn hann fer til Afrika.

Dýrindal skal skifta navn og umbyggjast til rækjuveiðu, og skal fiska í Gambia, har báturin eisini fær heimstað.

Dýrindal loysti av Havnini í gjárkvøldið, og tað tekur umleið 6 døgn at sigla til Spania. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder