Uttanlands

15.000 litrar av klori endaðu á sjónum

96.000 laksar uttan fyri eitt kryvjivirki í Norðurnoregi eru deyðir

2021-08-10 09:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

15.000 litrar av klori eru endaðir á sjónum frá einum laksakryvjivirki hjá Grieg Seafood í Alta í Norðurnoregi, skrivar NRK.

Løgreglan í Finnmark váttar fyri miðlinum, at eitt umfatandi útlát av klori er endað í Altafjørðinum.

Grieg Seafood upplýsir, at áleið 96.000 laksir eru deyðir í óhappinum.

Roger Pedersen frá Grieg Seafood sigur soleiðis við NRK um hendingina:

- Vit hava havt eina hending við kryvjivirkið, har fiskar í ringunum uttan fyri virkið eru deyðir. Hetta hevur samband við ein klorleka, og tað er tað, vit vita í løtuni.

- Nú arbeiða vit við at taka okkum av teimum deyðu fiskunum, og royna at finna útav, hvat er hent.

Roger Pedersen greiðir frá, at klorið verður brúkt til at sóttreinsa vatnið í framleiðsluni.

Av tí at klorið er runnið beint á sjógv, er ikki vandi fyri klorgassi í luftini, og tí er ongin vandi fyri fólk í økinum.

Við kryvjivirkið á Simanes við Altafjørðin eru umleið 400 tons av laksi. Laksurin gongur í sokallaðum bíðiringum áðrenn teir verða skaktaðir.

Kryvjivirkið við Alta hevur 35 ár á baki, og slíkt óhapp er ikki hent fyrr, verður upplýst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder