Innanlands

2500 tons av sild landast í Kollafirði

Uppsjóvarskipini Norðingur og Borgarin skulu landa tilsamans 2500 tons av sild til Faroe Pelagic

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)

2021-11-20 21:11 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Norðingur kom í gjár á Kollafjørð, har skiið skuldi landa sild.

Talan er um umleið 1000 tons av sild, sum Norðingur hevur fiskað í íslendskum sjógvi, og fiskiskaurin hevur verið góður.

Í morgin kemur Borgarin á kollafjørð, við umleið 1500 tonsum av sild, sum teir eisini hava fiskað í íslendskum sjógvi.

Sildafiskiskaurin hevur verð góður seinastu tíðina, og skipini fara bæði aftur á sildaveiðu tá ið liðugt er at landa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder