Innanlands

Akraberg farin aftur til fiskiskap

Akraberg loysti av Ánunum í gjárkvøldið, og setti kós móti Barentshavinum

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Akraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-01-02 07:29 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, úr Fuglafirði, kom á Fuglafjørð tann 18. december við 465 tonsum.

Akraberg hevði verið til fiskiskap í ein góðan mánað, og hevði fiskað í bæði russiskum og norskum sjógvi.

Tá ið Akraberg hevði landað, fóru teir á Áninar at liggja til skipið fór aftur til fiskiskap í gjárkvøldið.

Arctic Viking, Sjúrðarberg, Emerald og Gadus eru øll til fiskiskap í Barentshavinum í løtuni.

Enniberg liggur á Havnini, eftir at skipið kom heim tann 11. december við 480 tonsum.

Enniberg fer aftur til fiskiskap fyrsta dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder