- Eftir ein góðan mánað umborð má eg við gleði siga, at skipið hevur roynst sera væl. Onkrir smávegis avbjóðingar vóru fyrstu dagarnar, men tær vóru til at loysa. Trolarin er sjógóður og tá vit hálaðu kom nærum eingin sjógvur inn á dekki.
Tað sigur Thorfinn Johannesen, stýrimaður á Akrabergi.
- Nærum alt er størri og betri umborð her enn umborð á gamla Akrabergi. Hann kraftar væl og er góður at sigla við. Harafturat klára vit at hagreiða og frysta væl fleiri tons um samdøgnið enn við gamla, hann lastar meiri og frysti fiskurin stendur á plattum, sigur hann.
- Umstøðurnar hjá manningini eru eisini nógv betri, tí nú hevur hvør maður sítt kamar við vesi og brúsu, og tað dámar teimum væl, sigur hann,
- Teir nýggju motorarnir eru nógv økunomiskari enn teir gomlu vóru. Eg kann nevna fyri at samanbera, at motorurin í nýggja Akraberg brennur nærum tað sama í olju, sum motorurin í Vesturvón, hóast hann er væl størri og kraftar nógv betri. Harafturat royna vit nú við tveimum trolum sum eru væl størri enn tað eina trolið Vesturvón fiskaði við, sigur Thorfinn.
- Hetta er fyrsti nýbygningur eg sigli við, so tað í sjálvum sær er eitt upplivilsi. Vesturvón var eitt ár tá eg fór við har sum stýrimaður í 1980-unum. Tað er stórur munur á skipunum, hóast fleiri av fiskileiðunum eru tær somu, sigur Thorfinn Johannesen, sum hevur fiskað í Barentshavinum í 36 ár.
Frá Sjómansmissiónini hevur Akraberg fingið skriftstað, sangbøkur, bíbliu og aðrar bøkur og geymar við kristnum sangi og andaktum.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir reiðarínum enn einaferð til lukku og Guds signing við Akrabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald