Innanlands

Akraberg komin heim við fullari last

Akraberg hevur havt góðan fiskiskap hendan túrin

Akraberg komin heim við fullari last

Mynd: Kiran Jóanesarson

2018-08-07 21:01 Author image
Kiran Jóanesarson

Í góðveðriðnum í morgun stevndi Akraberg fullfevndur á Fuglafjørð, har veiðan skal landast.

Akraberg hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Talan hevur verið um ein túr, sum vardi í 33 dagar, og við heim hevur Akraberg 900 tons av avhøvdaðum og rundfrystum fiski, har meginparturin av veiðuni er toskur.