Fimm skip eru í løtuni á rækjuveiðu, men fiskiskapurin er smáligur.
Arctic Viking, Enniberg og Hvítanes eru øll á rækjuveiðu við Svaldbard. Akraberg og Emerald eru eisini á rækjuveiðu, tó longri suðri.
Vit hava tosað umborð á teir tríggjar fyrst nevndu, og allir skipararnir eru á einum málið um, at fiskiskapurin er smáligur í løtuni.
Arctic Viking, Enniberg og Hvítanes liggja um 10 tons um døgni og hesir trolararnir royna við tveimum trolum, meðan Akraberg og Emerald, sum royna við trimum trolum, liggja um nakað meira.
Arctic Vicking hevur í løtuni beint omanfyri 300 tons í lastini, og hevur verið til fiskiskap síðani 10. mai.
Enniberg byrjaði túrin fyri 14 døgum síðani, og Hvítanes hevur roynt síðani 16 mai, og hevur umleið 200 tons í lastini.
Skipini plaga øll at landa rækjurnar í Noregi, og tá ið tey leggja veiðuna um til botnfisk, landa tey veiðuna í Føroyum.
Øll fimm skipini eru rækjuskip burturav og hava eisini møguleika at fiska tosk og svartkalva.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald