Innanlands

Akraberg sett kós móti Føroyum

Eftir ætlan verður Akraberg á Fuglafirði leygardagin

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Abraham Rouah)

Akraberg (Savnsmynd: Tórik Abraham Rouah)

2023-08-17 07:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Verksmiðjutrolarin Akraberg, úr Fuglafirði, setti í gjár kós móti Føroyum, har skipið skal landa.

Akraberg hevur verið til fiskiskap í russiska partinum av Barentshavinum, og við til lands hevur Akraberg 850 tons av rundfrystum fiski, umframt 500 tons av súrløgu.

Akraberg fór úr Føroyum tann 18. juni, og verður eftir ætlan á Fuglafirði leygardagin, har veiðan skal landast. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder