2018-08-02 21:33
Verksmiðjutrolarin Akraberg siglir heim við fullari last.
- Vit hava fiskað í 23 dagar, og hava 900 tons av avhøvdaðum og frystum fiski, upplýsir Eyðun á bergi, skipari.
Talan er um torsk, upsa, hýsu og onnur fiskasløg, sum teir hava fiskað í russiska partinum av Barentshavinum.
Akraberg setti fyrr í dag kós mótu kontrolpunktinum, og verður væntandi í Føroyum týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald