2024-12-06 10:40
Tað sær ikki tespiligt á dekkinum á farmaskipinum Akranesi, sum legði at bryggju í Havn í morgun.
Skipið fekk ein sjógv í illveðrinum á veg úr Íslandi til Føroya. Trailaravognar eru farnir um koll og fiskur er rósaður.
Jens Meinhard Rasmussen, stjóri í Smyril Line, sigur við in.fo, at tað verður eitt stórt upptak, men vónir eru um, at skipið kann loysa seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald