Innanlands

Alarar á skeið á Setrinum

Áhugin var stórur fyri aliverkstovuni, sum nýggi Depilin fyri havmyndlan á Setrinum í gjár skipaði fyri saman við Spf. RAO og Sjóvartrygging 

(Mynd: setur.fo)

(Mynd: setur.fo)

2023-09-21 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Verkstovan var hildin í Kongshøll á Setrinum, og hon var serliga ætlað aliformonnum umframt veitarum og ráðgevum, sum dagliga arbeiða við aling á sjónum.

Á hesi fyrstu verkstovuni hjá Deplinum fyri havmyndlan varð dentur lagdur á at gjøgnumganga norska standardin, NS 9415, tá tað ræður um føroysk viðurskifti.

Hetta varð gjørt við framløgum frá granskarum og ráðgevum frá Setrinum, RAO og Fiskaaling. Eisini var høvi at hoyra um, hvat Veðurstova Føroya arbeiðir við og um framtíðarætlanirnar á havmyndlaøkinum á Setrinum.

Ætlanin er, at sjógvalarar á henda hátt javnan skulu hittast í fakligum kørmum, og at vinnulívsfólk og granskarar soleiðis fáa høvi til at skifta orð um tær avbjóðingar, sum eru, og tær loysnir, sum kunnu vera á trupulleikunum.

Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, stendur á odda fyri Havmyndladeplinum, og hann frøist um góðu undirtøkuna, sum var til fakliga tiltakið, skrivar Fróðskaparsetri á heimasíðu síni. 

Á skránni vóru hesar framløgurnar:

  • Aldu- og streymklassar fyri Føroyar eftir "gamla" NS9415, Knud Simonsen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Nýggj aldumyndlan av Føroyaleiðunum, Bárður Joensen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Galdandi Norsk Standard NS9415, Jógvan Juul Olsen, Sp/f RAO
  • Ávirkan av aldugjørdum ráki á alinótir, Heðin Abrahamsen, Fiskaaling/Fróðskaparsetur Føroya
  • Nitrogen-yvirmetning av illveðri, Øystein Patursson, Sp/f RAO
  • Veðurforsagnir í væntu, Bárður Niclasen, Veðurstova Føroya

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder