Innanlands

Alivinnan rættar skeivleikar í KVF sending

Vinklingin av sendingini gav ikki eina rættvísandi mynd av umhvørvisávirkanini frá alivinnuni

2018-11-13 14:42 Author image
Ari av Rana
placeholder

Hóskvøldið vísti KVF dokumentarin "Undir Laksin", sum vísti tey umhvørvisligu árinini, sum alivinnan í FØroyum hevur á firðirnar. Nú hevur Havbúnaðarfelagið valt at rætta teir skeivleikar, sum felagið heldur vóru í sendingini.

Havbúnaðarfelagið heldur tað verða gott, at KVF hevur tikið spurningin upp um umhvørvisávirkan frá alivinnuni. Tíverri hevur vinklingin av sendingini viðført, at stórir partar av sendingini ikki góvu eina rættvísandi mynd av umhvørvisávirkanini frá alivinnuni, skrivar felagið í rætting til skeivleikarnar í KVF sendingini “Undir Laksin”.

Havbúnaðarfelagið skrivar, at umhvørvisligu avbjóðingarnar hjá alivinnuni kring knøttin hava verið kendar leingi, men at áhugin í Føroyum ikki er kyknaður av álvara fyrr enn hesi seinnu árini.

Felagið skrivar, at vinnan hevur stóra virðing fyri umhvørvisárinunum, og at tað í vinnuni støðugt verður arbeitt við loysnum á hesum avbjóðingum. Men hetta hevur KVF tíverri ikki valt at taka við í sendingini.

- Tá ein tílík sending skal skerast til, mugu altíð nøkur frával gerast fyri at skerpa vinkulin og boðskapin. Í hesum førinum hevur KVF tíverri í fleiri førum gjørt ov nógv av og sæð burtur frá tøku vitanini á økinum og tí sannroynd, at alivinnan støðugt arbeiðir hart fyri at tillaga seg umhvørvið, skrivar Havbúnaðarfelagið.

Sí alla rættingina hjá Havbúnaðarfelagnum til KVF sendingina “Undir Laksin” her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder