2021-10-16 12:53
Felagið Ango í Vági sum hevur fingið játtað kvotur úr Fiskimálaráðnum hevur keypt uppsjóvarskipið Junior.
Tað váttar Heri Godtfred, ein av stigtakarunum, fyri jn.fo í dag.
Junior sum áður hevur verið í føroyska flotanum við navninum Nýborg, liggur í Hitshals í løtuni, og fer um eina viku ella so at seta kós ímóti Føroyum.
Hitt felagið, sum eisini hevur fingið kvotur úr Fiskimálaráðnum, Sp/f Gráastein, arbeiðir sum skilst við at keypa norska uppsjóvarskipið Havfisk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald