2019-03-12 10:26
Alpha Pilot skal setast í fasta sigling á Hestleiðini, men fyrst skal skipið klárgerast, og ganga tað helst eini 14 dagar áðrenn báturin byrjar sína fasta sigling.
- Alpha Pilot skal nú klárgerast og málast, og skal báturin hava nýtt navn, upplýsir Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri.
Hann leggur afturat, at talan verður um eitt fuglanavn eins og hini skipini hava, men júst hvat navn verður, er ikki avgjørt enn.
- Báturin verður eftir ætlan klárur at seta í sigling um eini 14 dagar, men fyrst skal báturin klárgerast, og tað verður allarhelst gjørt í Klaksvík, leggur Heðin Mortensen aftrat til endans.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald