Innanlands

Arctic Viking hevur hampiligan fiskiskap

Arctic Viking er einasti rækjutrolarin, sum er eftir í føroyska flotanum

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

Savnsmynd: Kiran Jóanesarson

2018-07-18 07:47 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Viking hevur fiskað í knappar tríggjar vikur, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

- Vit hava umleið hálva last, sum er 240 tons, og vit hava fiskað í knappar tríggjar vikur, upplýsir Bjarni Petersen, skipari.

Arctic Viking roynir í Loynikrókunum, og rækjurnar hava góða stødd.

Skiparin undrast tó á hví teir, sum einasta skip av seks, ikki hava loyvi at hava hjáveiðu við í veiðuni.

- Vit fiskað her saman við fimm skipum, sum hoyra til ES lond, men munurin er tann, at tey hava loyvi at taka fisk eisini, also hjáveiðu, og tað hava vit ikki.

- Hetta er ein stórur fyrimunur fyri tey, av tí at teir nú kunnu hava fleiri tons eyka við til lands í mun til okkum, sigur ein undrunarsamur Bjarni Petersen.

Við Arctic Viking eru 17 mans. Tveir triðingar verða kókaðar umborð, og restin fer til pilkiverksmiðjur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder