2022-07-24 08:51
Arctic Viking, sum hevur verið til fiskiskap í Barentshavinum, hevur landað heii 512 tons av rækjum í Tromsø.
Fiskiskapurin hevur verið góður hendan túrin, og nú skal skipið skifta manning áðrenn skipið fer aftur til fiskiskap.
Arctic Viking hevur verið á rækjuveiðu í fýra vikur seinasta túr, og skipari var Esmar Petersen.
Komandi túr verður tað Nikklái Petersen skipari á Arctic Viking.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald