Innanlands

Arctic Voyager fiskað kvoturnar fyri í ár

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager byrjaði í gjár at landa sild til Pelagos

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-12-01 10:49 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Arctic Voyager hevur verið á sildaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Talan er um 1.400 tons av góðari sild, sum verður landað til Pelagos í Fuglafirði, og tá ið Arctic Voyager hevur landað, verður kósin sett á Skála har ymsikt smátt skal gerast við skipið

Arctic Voyager hevur nú fiskað allar kvoturnar fyri í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder