Innanlands

Arctic Voyager komin á Fuglafjørð við svartkjafti

Arstic Voyager skal landa til Havsbrún

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2018-11-15 21:13 Author image
Kiran Jóanesarson

Uppsjóvarskipið Arctic Voyager, kom á Fuglafjørð í kvøld við 1300 tonsum.

Arctic Voyager hevur verið á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

Upplýst verður, at teir komu á Fuglafjørð fyri løtu síðan, og byrjaðu at landa beinanvegin til Havsbrún.

Tá ið liðugt er at landa, fara teir aftur á svartkjaftaveiðu. 

placeholder
placeholder