2026-09-01 21:31
Arctic Voyager er á vegis á Tvøroyri, har skipið landa makrel.
Arctic Voyager hevur verið á makrelveiðu í norskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Veiðan skal landast til matna hjá Varðan Pelagic, og Arctic Voyager fer aftur á makrelveiðu, tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald