Innanlands

Asbjørn - eitt framúr gott skip

- Vit eru tvær manningar sum hoyra til skipið. Manningarnar eru menn av fyrrverandi Asbjørn og nøkrum, sum sigldu við, tá skipið kallaðist Ruth, siga Sámal Jákup, Petur og Leo

(Mynd: Sjómansmissiónin)

(Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-11-14 18:26 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit halda at skipið er framúr gott. Vit eru tvær manningar sum hoyra til skipið. Manningarnar eru menn av fyrrverandi Asbjørn og nøkrum, sum sigldu við, tá skipið kallaðist Ruth, siga teir. 

Týsdagin lá stóri og vakri pelagiski trolarin Asbjørn á Fuglafirði. Asbjørn er fyrrverandi Ruth við heimstaði í Hirtshals. Hann er bygdur í 2021, er 89 metrar langur, 17 metrar breiður og lastin er 3600 rúmmetrar.

- Vit hava verið á makrelveiðu og hava umleið 1300 tons. Vit landa av og á í Føroyum og hendan túrin landa vit til Pelagos í Fuglafirði. 

Tað siga Sámal Jákup, Petur og Leo, ið eru partur av manningini, sum telur níggju.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

- Hetta er óivað síðsti túrur hjá okkum í ár eftir makreli. Komandi túr fara vit á svartkjaftaveiðu og so hava vit nakað eftir av sildakvotuni, siga teir.

- Árið er brúkiligt - meina vit. Vit vita tó ikki um reiðarin hevur somu meining, siga teir skálkaliga. 

- Vit halda at skipið er framúr gott. Vit eru tvær manningar sum hoyra til skipið. Manningarnar eru menn av fyrrverandi Asbjørn og nøkrum sum sigldu við, tá skipið kallaðist Ruth, siga teir. 

Til stuttleikar kann nevnast, at tá myndin skuldi takast av monnunum, skuldi Manchester United-krússi við, tí allir hildu við MU.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá menninar. Teir vóru blíðir, so tað var bæði prát, drekkamuður, Guds orð og bøn.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder