Uppsjóvarskipið Asbjørn hjá familjuni Magnussen í Hirtshals, er selt til Lodnuvinnsluna í Íslandi.
Í sambandi við at Asbjørn er seldur til Íslands, hevur íslendska felagið, sum hevur keypt Asbjørn, latið eitt eldri uppsjóvarskip, sum kallast Hoffell í býti.
Hvat Asbjørn er selt fyri vita vit ikki, men lítið er at ivast í, at familjan Magnussen nú at gera íløgu í ein nýbygning, sum tað hevur ljóðað seinastu tíðina.
Asbjørn varð bygt í 2008, sum Gitte Henning á Karstensens Skibsværft.
Í 2012, verður skipið selt til Hirtshals, har familjan Magnussen skrásetir skipið, og skipið fekk navnið Asbjørn.
Reiðaríið aftanfyri Asbjørn yvirtekur Hoffel í sambandi við at felagið hevur selt Asbjørn til Íslands - Hoffell (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald