Fyrst í vikuni lá danska pelagiska skipið Asbjørn á Fuglafirði. Teir vóru ávegis til Eysturgrønlands á lodnuveiðu.
Danmark fær tillutað ein part av ES-lodnukvotu við Grønland, og tí fóru teir at vita um lodna var at fáa. Isafold og Klipperton vóru tá og leitaði, men høvdu ikki rakt við lodnu. Harafturat er hetta keðilig árstíð so spenningurin var kanska ikki tann størsti. Teir fóru av Fuglafirði seinnapartin týsdagin.
Asbjørn er fyrrverandi Gitte Henning, sum er bygdur í 2008. Hann er 75 metrar langur, 15,6 metrar breiður og lastar 2600 tons. Motorurin er ein 6000 kw MAK.
Sjey mans eru vanliga við, men nú vóru teir níggju, tí tveir lærlingar vóru við.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð og heilsaði uppá manningina. Hann hevði eisini eitt Guds orð og bøn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald