Innanlands

Avloysaraskipið kom á Ánirnar seinnapartin í dag

Skipið, sum er keypt at fiska kvoturnar hjá Christian í Grótinum, meðan bíðað verður eftir einum nýbygningi, kom til Føroyar í dag

Margreth kom á Áninar um 13 tíðina í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Margreth kom á Áninar um 13 tíðina í dag (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-01-03 17:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Talan er um íslendska uppsjóvarskipið Margreth, sum Samherji í Íslandi, hevur átt.

Skipið er keypt til Klaksvíkar, har felagið aftanfyri Christian í Grótinum, heevur keypt skipið, at fiska kvoturnar inntil felagið fær ein nýbygning handaðan um eitt ár.

Margreth skal nú endaliga yvirtakast, og so fær skipið navnið Christian, og heimstað í Klaksvík.

Christian skal nú riggast til, og tá ið alt væntandi verður klárt um einar 14 dagar, fer skipið á svartkjaftaveiðu.

Christian er bygdur í 1996, og hóast sín aldur, er skipið í góðum standi, siga nýggju eigararnir.

[object Object]Margreth skal nú skifta navn til Christian og fáa heimstað í Klaksvík - Mynd: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder