Innanlands

Avmarkað leiting eftir teimum saknaðu á Kambi

Nú kann man við nokkso stórari vissu siga, at eingin er eftir á lívi, sigur Edvard Bjarnason á MRCC

Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC (Skíggjamynd: KvF)

Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC (Skíggjamynd: KvF)

2024-02-08 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leitingin eftir teimum báðum saknaðu monnunum av Kambi, sum sakk sunnanfyri Føroyar týsmorgunin er nú rættiliga avmarkað.

Vraklutir og annað er funnið, men menninir eru ikki funnir hóast stór leiting hevur verið seinastu dagarnar við nógvum skipum, tyrlu og tveimum flogførum.

Í dag hevur Brimil leitað einsamallur, og í morgin tá Brimil fer til lands at skifta manning, loysir Tjaldrið av.

Nú kann man við nokkso stórari vissu siga, at eingin er eftir á lívi. So vit leita eftir druknaðum persónum, segði Edvard Bjarnason, deildarleiðari á MRCC, við Dag og viku í kvøld.

[object Object](Mynd: VP)

Hann sigur at Brimil helst fer út aftur at leita, men ásannar eisini, at leitingin lækkar nú móti endanum.

16 menn vóru við Kambi, tá skipið týsmorgunin fekk ein sjógv og sakk. 14 vóru bjargaðir av tyrluni, men tveir eru ikki komnir afturíaftur. Teir eru 47 og 57 ára gamlir.

[object Object]Kambur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder