AWI-Boats í Runavík hevur undirskrivað avtalir um tveir nýbygningar til Grønlands. Annar verður 33 føtur langur og hin 39 føtur.
- Vit fegnast um, at grønlendingar eru so væl nøgdir við bátarnar frá AWI Boats, at somu menn koma aftur og biðja um nýggjar bátar. Tað er hugaligt.
Tað sigur Jóhan Henrik Olsen, stjóri á AWI Boats.
- Beint nú, eru vit í holt við tann fyrra bátin, sum er til ein kunda, ið hevur keypt fleiri bátar frá okkum. Báturin skal vera liðugur í summar, sigur hann.
- Beint áðrenn jól undirskrivaðu vit eina avtalu um ein 39 fót. Hann verður somu stødd og skal hava somu útgerð sum ein, vit bygdu í fjør og varð sendur yvir síðsta summar, sigur hann.
- Bátarnir, vit byggja til Grønlands, eru serbygdir. Tað merkir, at teir eru væl tjykkri og harvið væl sterkari enn aðrir bátar. Harafturat er stýrhúsið og lugarið væl bjálvað móti kulda, sigur Jóhan Hendrik.
- 33-fótarin, er ein standard bátur, við útgerð til línu- og garnafiskiskap. 39-fótarin, er sjálvandi, væl størri; hevur størri hús, og so verður hann lutvíst innilokaður í bakborð. Fiskiútgerðin verður tann sama sum í 33-fótaranum.
- Hesar avtalur hava stóran týdning fyri fyritøkuna. Vit hava onnur arbeiðir, men hetta gevur væl av arbeiði, bæði glastrevjaarbeiði og maskinsmiðjuarbeiði. Harafturat er tað altíð spennandi og gevandi at gera nýggjar bátar, sigur Jóhan Henrik Olsen.
Føroyska sjómansmissiónin ynskir eigarunum og AWI Boats til lukku og Guds signing við bátunum.
Myndirnar eru av 33 fótara og 39 fótara, sum vóru bygdir til Grønlands í 2015 og 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald