Innanlands

Bakkafrost afturkallar roykta laksavøru

Er prentað við skeivum haldføri

2023-08-09 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bakkafrost afturkallar laksavøru, sum av óvart er prentað við skeivum haldføri. Á etikettini stendur, at seinasti nýtsludagur er 08.12.2023, men hetta átti av røttum at vera 12.08.2023.

Bakkafrost letur nýggjar 100g pakkar av feskum royktum laksi til tey, sum lata afturkallaðu vøruna inn aftur, haðani hon er keypt, sigur Bakkafrost í tíðindaskrivi í dag.

Talan er um vøruna, sum eitur Heimland í 100 gramm pakkum, sum er seld í føroyskum handlum. Onki er galið við vøruni, tað er bara etikettin, sum er feilmerkt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder