Uttanlands

Bakkafrost tillagar virksemið í Skotlandi

Bakkafrost hevur tikið nógvan laks í Skotlandi í fyrru helvt av árinum. Men orsakað av minni útseting, avmarkaðari mongd í sjónum í ávísum økjum og stóru frástøðuni millum øki í Skotlandi, verður sera avmarkað tøkumongd í norðurøkinum í Skotlandi næstu 18 mánaðirnar. 

Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost

Rúni M. Hansen, nevndarformaður og Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost

2024-07-12 18:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta ávirkar virksemið hjá Bakkafrost í Stornoway á Hebridunum, har eitt av tveimum virkjum hjá Bakkafrost í Skotlandi eru. Hetta virksemi verður nú skert. Bakkafrost hevur boðað frá, at ein longri steðgur verður í virkseminum á kryvjistøðini og virkinum í Arnish og Marybank, og tí eru fyribils tey 80 ársverkini á staðnum í vanda.

[object Object]

Stjóri og nevndarformaður uttanfyri høvuðskrivstovuna í Skotlandi. 


Bakkafrost sigur, at tey eru í eini skiftistíð í virkseminum í Skotlandi, og hetta viðførir óstøðuga tøku ígjøgnum árið. Bakkafrost ger stórar útbyggingar í Skotlandi, og tað at byggingin av Applecross smoltstøðini er seinkað, hevur viðført seinkingar við størri smoltum og hetta ávirkar eisini tøkumongdina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder