
Bakkafrost tók í 2020 85.686 tons av laksi, mált í kruvdari vekt. 50.700 tons vórðu tikin í Føroyum og 34.986 tons í Skotlandi. Samlaða tøkan í fjórða ársfjórðingi 25.262 tons í kruvdari vekt. Harav vórðu 15.957 tons tikin í Føroyum í mun til 17.930 tons sama ársfjórðing í fjør. Í Skotlandi vórðu 9.305 tons í kruvdari vekt tikin í mun til 7.925 tons sama ársfjórðing í fjør.
Tað upplýsir Bakkafrost í sambandi við, at úrslitið fyri fjórða ársfjórðing í fjør og samlaðu tølini fyri 2020 vórðu kunngjørd í morgun.
Tilsamans vórðu 9,4 milliónir smolt sett út í fjórða ársfjórðingi í mun til 10,7 milliónir smolt í sama ársfjórðingi í fjør. 5,5 milliónir av hesum vórðu sett út í Føroyum og 3,9 milliónir smolt í Skotlandi. Samanlagt vórðu 24,6 milliónir smolt sett út í 2020 – 14,3 milliónir í Føroyum og 10,3 milliónir í Skotlandi. Til samanbering vórðu 12,7 milliónir smolt sett út í Føroyum í 2019.
Verri rakstrarúrslit
Aligeirin í Føroyum og liðugvøruframleiðslan høvdu tilsamans eitt rakstrarúrslit á 142,6 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 374,9 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið fyri aligeiran í Føroyum og liðugvøruframleiðsluna 587,5 milliónir krónur.
Aligeirin í Føroyum hevði eitt rakstrarúrslit á 62,5 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 samanborið við 338,3 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing í fjør. Bæði tøkan og laksaprísirnir vóru lægri í fjórða ársfjórðingi samanborið við fjórða ársfjórðing í fjør. Rakstarúrslitið hjá aligeiranum í Føroyum fyri alt árið 2020 var 447,8 milliónir krónur í mun til 1.103,0 milliónir krónur árið fyri.
Hall í Skotlandi
Aligeirin í Skotlandi hevði eitt rakstrarhall á 54,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til eitt rakstrarúrslit á 18,1 fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 hevði aligeirin í Skotlandi eitt rakstrarhall á 24,0 milliónir samanborið við eitt rakstrarúrslit á 18,1 milliónir árið fyri.
Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarúrslit á 80,1 milliónir krónur fyri fjórða ársfjórðing 2020 í mun til 36,6 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið 139,7 milliónir í mun til eitt rakstrarúrslit á 63,7 milliónir árið fyri.
Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í fjórða ársfjórðingi 2020 var 48,1 milliónir krónur samanborið við 57,7 milliónir krónur fjórða ársfjórðing í fjør. Fyri alt árið 2020 var rakstrarúrslitið, EBITDA, 207,7 milliónir í mun til 275,8 milliónir í fjør.
Vinningsbýti útgoldið í ár
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 1.752,8 milliónir krónur við endan á fjórða ársfjórðingi 2020 í mun til 1.018,7 milliónir krónur við ársenda 2019. Bakkafrost hevði 1.677 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan á fjórða ársfjórðingi 2020.
Á ársaðalfundinum, sum verður fríggjadagin 9. apríl 2021, fer nevndin at skjóta upp, at 3,65 krónur verða goldnar út í vinningsbýti fyri hvørt partabræv.
Í fjør, tá roknskapurin fyri 2019 varð kunngjørt varð boðað frá, at felagið fór at rinda eitt vinningsbýti á 8,31 krónur fyri hvørt partabrævið. Men hetta varð ongantíð útgoldið kortini. Eftir at koronekreppan rakti, avgjørdi nevndin at onki vinningsbýti fór at verða útgoldið í 2020.
(rættað 24.02)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald