Innanlands

BankNordik: Íløgur verða nú gjørdar í fiskivinnuni

Føroysk feløg í fiskivinnuni tora nú at gera íløgur aftur, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, har tey eru vitandi um at nýggjar verkætlanir eru í gongd

Savnsmynd: Klakkur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd: Klakkur (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-02-07 07:21 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Árni Ellefsen, sum er stjóri í BankNordik, segði við Útvarpið í vikuni, at reiðaríiini nú aftur tora at gera íløgur, eftir at vinnan hevur fingið tryggari karmar.

- Man hevur verið í gjøgnum eina langa tilgongd, í eini 14 ár, har man ikki hevur gjørt stórar íløgur í fiskivinnuni, av tí at man bíðaði eftir hvat fór at henda. Men seinastu tillagingarnar, sum komu í gildi á nýggjárinum, hava gjørt at vinnan følir seg tryggari. Vit hava fingið nýggj skip í flotan, og eru vitandi um, at aðrar verkætlanir eru í gongd, segði Árni Ellefsen við Útvarpið mikudagin.

1. januar í ár fingu Føroyar aftur eina nýggja fiskivinnulóg. Ein lóg, sum gevur føroysku reiðaríunum 12 ára rullandi loyvir heldur enn átta, og fiskiloyvini eru nú aftur knýtt at stálinum.

Hetta hevur ført við sær, at føroysk reiðarí nú aftur tora at gera íløgur í skip, og nýbygningar.

2. januar yvirtóku mennirnir aftanfyri Klakk, saman við Kósini í Klaksvík, stásiliga línuskipið Geir ll úr Norra, sum fekk navnið Klakkur.

Skipið er ein sólskinssøga í okkara fiskivinnu, tí talan er um eitt 10 ára gamalt framkomið línuskip.

Afturat nýggja Klakki fingu Toftir eisini eitt nýtt línuskip. Tað var í desember, at Anfinnur Olsen úr Fuglafirði, yvirtók eitt línuskip, sum er bygt í 1998 úr Norra, sum hevur fingið navnið Jógvan I.

At føroysk reiðarí skifta síni skip út, ger at eldri skip verða seld av landinum ella løgd, og at manningarnar á henda hátt fáa munandi betri umstøður umborð, og at arbeiða í.

Gamli Klakkur varð seldur til felagið, sum átti Jákup B, sum nú fekk eitt línuskip, sum var gott 30 ár nýggjari enn tað gamla.

Tað hevur ljóðað at nøkur føroysk reiðarí eru í gongd við at fyrireika nakrar nýbygningar, og er hetta ikki hent í meira enn 10 ár. Seinasti nýbygningurin, sum kom til Føroyar var Tróndur í Gøtu, sum varð latin Varðanum í Gøtu í 2010.

[object Object]Tróndur í Gøtu er seinasti nýbygningurin, og varð latin eigarunum í 2010

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder