Í nátt varð boðað frá samanstoyti millum trý skip við Ålesund í Noregi, harímillum Hav Frakt hjá Navigare.
Upplýst verður, at eingin fólkaskaði stóðst av hendingini, men at øll skipini fingu skaða. Tørvur var tó ikki á at flyta manningina av skipunum.
Enn er ógreitt, hvør orsøkin var til samanstoytin, men norska løgreglan arbeiðir við at fáa greiðu á, hvat er hent. Sambært NRK var myrkt og ringt sýni í økinum.
Hini bæði skipini vóru Xanthia hjá norska reiðarínum Utkilen, sum hevði 16 fólk umborð, og Bergfjord hjá norska reiðarínum Fonnes Shipping, sum siglir undir niðurlendskum flaggi og hevði sjey fólk umborð. Hav Frakt hevði eisini sjey fólk umborð.
Álvur Højgaard, stjóri í Navigare sigur við NRK, at hendingin ikki tyktist dramatisk hjá manning teirra.
Hann sigur, at royndir stýrimenn vóru umborð, sum hava siglt í økinum í fleiri ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald