Uppsjóvarskipini Høgaberg og Fagraberg liggjá í Fuglafirði, og skipini eru givin við fiskiskapinum fyri summarið.
Upplýst verður, at skipini nú skulu gera ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið, áðrenn fiskiskapurin eftir makreli og sild tekur seg upp seinni í ár.
Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað svartkjaft í Føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður. Nú er svartkjaftatíðin við at vera liðug, og svartkjafturin er nú so spjaddur, at tað loysir seg ikki meira, av tí at skipini leita og toga leingi, og fáa einans nøkur fá 100 tons.
Nøkur svartkjaftaskip eru tó framvegis til fiskiskap. Hóast flestu skipini eru givin við svartkjaftafiskiskapinum, so hava tey kvotu eftir at fiska svartkjaft.
Restin verður fiskað síðst í árinum, tá ið prísurin fer munandi upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald