Í gjár var ein stórur dagur hjá Navigare Shipping í Søldarfirði, sum yvirtók sín fyrsta nýbygning í søgu felagsins, men reiðaríið skrásetti eisini eitt annað skip í føroyska flotanum í gjár.
Flotin hjá Navigare Shipping telur nú 14 skip, og fleiri skip eru ávegis í flotan. Eitt nú tríggir nýbygningar, sum verða latnir Navigare Shipping í ár og í komandi ár.
Umframt at eiga ein stóran flota, so hevur Navigare Shipping eisini chartra fleiri skip, fyri at nøkta tørvin hjá kundunum, sum Navigare Shipping hevur.
Umframt Hav Leiti, sum er nýbygningurin, sum Navigare Shipping yvirtók í gjár, so skrásetti felagið eisini eitt farmaskip, sum er bygt í 2011.
Talan er um farmaskipið Arklow Forest, sum hevur havt heimstað í Írlandi.
Skipið er systurskip til Hav Sund og Hav Brim, og legst nú aftrat flotanum hjá Navigare Shipping.
Skipið hevur fingið navnið Hav Sker, og er 2.998 bruttutons til støddar.
Hav Sker skal nú umbyggjast til sjálvlossara og málast umfram aðrar dagføringar skulu gerast við skipið áðrenn tað fer í vinnu hjá Navigare Shipping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald