Mikudagin 10. august kom franska havrannsóknarskipið Beautemps-Beaupré á Havnina.
Tað hevði ligið fyri akker í Nólsoyarfirði síðani týsdagin. Hetta var triðju ferð skipið kom til Føroya í sambandi við sínar rannsóknarferðir, sum snúgva seg um hydrografi og oceanografi við tí endamáli at dagføra sjókort.
Skipið er eitt av teimum sokallaðu hvítu skipunum hjá fronsku sjóverjuni. Tað siglir við einum stórum granskaraliði frá franska hydrografiska stovninum SHOM (Service hydrographique et océanographique de la Marine). Skipið hevur heimstað í franska havnabýnum Brest og er í hesum døgum í Norðuratlantshavi á granskingarferð. Skipið eitur eftir Charles-François Beautemps-Beaupré, sum var hydrografur og kartografur, og sum verður roknaður at vera faðir at nútímans hydrografisku vísindini.
Kapteynur á hesi ferðini er Matthieu Teisseire, kommandantur, frá Toulouse, útbúgvin á flotayvirmannaskúla í Brest, l’Ecole Navale. Hann hevur einaferð fyrr ligið fyri akker í Havn í eitt samdøgur við fregattini Latouche Tréville í juli í fjør, men tá bar ikki til at sleppa í land. So hesaferð gleddu kapteynur og manning annars seg til at seta føtur á land í Føroyum. Og føroyski blíðskapurin eins og náttúra og samfelagið annars vístu seg enn einaferð frá síni bestu síðu.
Nakrar kurteisivitjanir hava verið í landi eins og umboð fyri myndugleikar og viðkomandi geirar í Føroyum eisini hava vitjað umborð.
Í morgun, 14. august klokkan 9, loysti Beautemps-Beaupré og silgdi úr Føroyum gjøgnum Djúpini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald