2018-10-21 12:30
Danska uppsjóvarskipið Beinur kom í gjár til Skagen, har teir skulu landa.
Beinur hevur verið á sildaveiðu í Norðsjónum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 1300 tons av sild, sum teir skulu landa í Skagen, og tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á sildaveiðu í Norðsjónum.
Skipari hendan túrin er Gunnar Nolsøe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald