2025-01-11 18:50
Uppsjóvarskipið Birita er komið á Tvøroyri, har skipið skal landa makrel.
Birita hevur verið á makrelveiðu í bretskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Veiðan skal landast til matna hjá Varðanum Peagic, og tá ið liðugt er at landa, fer Birita aftur til fiskiskap.
Birita hevur tó fiskað makrelkvotuna longu, og aftaná skipið hevur landað, verður helst farið á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald