2022-04-28 20:08
Uppsjóvarskipið Birita skal byrja at landa á middnátt.
Birita hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Lastin - 1750 tons av svartkjafti, verður landað til Havsbrún, har sartkjafturin skal framleiðast til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Tá ið liðugt er at landa, verður farið aftur á svartkjaftaveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald