Innanlands

Boðaðu frá eldi umborð á Tasiilaq

Skálafjarðar sløkkilið sløkti eftir lítla løtu – eldur var komin í ein leiðning, og hetta gav nógvan royk frá sær

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2023-09-26 08:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað fyri middag í gjár var sløkkiliðið á Skála sent á skipasmiðjuna tá boðað varð frá einum eldsbruna umborð á grønlendska trolaranum, Tasiilaq, sum liggur til umvælingar har.

- Tá vit fáa slíka fráboðan taka vit tað í størsta álvara, og seta tann stóra alarmin í gongd. Men talan var um ein lítlan eldsbruna, sum skjótt varð sløktur, sigur vakthavandi á politistøðini.

Tað var undir arbeiði umborð, at eldur kom í ein kápil. Hetta gav rættuliga fitt av royki frá sær, men talan var ongantíð um vanda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder